Ísland við ótrúligum comeback

Ísland gjørdi í kvøld eitt ótrúligt comeback á kenda Piraeus leikvøllinum í Athen

Ísland, sum í summar fyri fyrstu ferð nakrantíð skal luttaka í einum endaspælið, spældu fyrr í kvøld venjingardyst á útivølli móti Grikkalandi.

 

Dysturin var á tí so kenda Piraeus leikvøllinum í Athen, har Føroyar fyri hálvum øðrum ári síðani vunnu 1-0 móti grikkum.

 

Ísland fekk eina keðiliga byrjan til dystin í kvøld, tí longu aftaná hálvum tíma vóru grikkar á odda 2-0.

 

Hóast tað leingi sá svart út hjá Íslandi, eydnaðist teimum at álvara at venda dystinum í seinna hálvleiki. Stutt fyri hálvleik fekk Arnór Traustason minkað um munin fyri Ísland, og seint í seinna hálvleiki fingu Sverrir Ingason og Kolbein Sigtórsson skora, soleiðis at Ísland vann dystin 3-2.

 

Grikkaland – Ísland 2-3 (2-1)