Slang-orðabók vekir ans

Áhugin at kjakast um nýggju slang-orðabókina hjá fimm ungfólkum var stórur á Bókasavninum í Klaksvík mánakvøldið



-Skeer?

- Nm siti bara o chilli

Áhoyrarnir hyggja undrandi at løgnu orðunum á hvíta løriftinum, meðan 17 ára gamla Herborg Hansen greiðir frá, hvat tey merkja.

Fyri hana og hini fýra ungu, sum í næstum geva út føroya fyrstu slang-orðabók, tykist tað verða heilt eyðsýnt at orðini merkja:

- Hvat hendir?

- Ikki nógv siti bara og slappi av.

Nú dyrnar til loyniliga málið hjá teimum ungu vóru gloppaðar, kom av álvara ferð á hugin hjá áhoyrarnum á bókasavninum í Klaksvík mánakvøldið at spyrja meir. 



Rættlisin?

- Er bókin rættlisin, vildi onkur vita. Ein lærari var tað vist.

Stjórin á Hvista, Agnar F. Joensen, lat sær ikki merkja, at spurningurin fall eitt sindur við síðuna av.

Poengið við slangmáli er jú, minti hann á, at tað ikki fylgir vanligum málsligum reglum. Annars var talan ikki um slang. Hartil eru nógv av skrivligu slang orðunum í veruleikanum ikki orð, men tekn so sum xP, xD og so framvegis, og hvussu rættlesur tú slíkt?

Eisini eru nógv av hesum orðunum upprunaliga ensk, sum síðani hava fingið okkurt slag av føroyskum sniði. So sjálvt um onkur av hesum orðunum eru at finna í onkrari føroyskari orðabók, hava vit ongar skipaðar reglur fyri, hvussu tey skulu stavast, vísti hann á. 



Liður í ungdómsmentan

Ikki óvæntað, vildi onkur vita, um hetta krákumálið, sum onkur hevur kallað tað, fer at hava eina skaðiliga ávirkan á skrivaða málið hjá teimum ungu annars. Men sambært teimum í Hvista og ymsum kanningum er onki, sum bendir á, at tað fer at henda. Onkur meinar enntá, at jú meir, slangmál trokar seg fram, jú størri verður tilvitanin hjá teimum ungu um, nær og hvar tey ymsu málbrúkini hóska seg.

Annars legði Agnar F. Joensen dent á, at slang ikki bara snýr seg um mál, men eisini er ein týðandi liður í ungdómsmentanini. Ongin forðar tær í at fara inn í eitt chatt-rúm hjá teimum ungu við røttum ð’um og kommaseting. Men tá kemur tú neyvan at kenna teg sum ein av hinum og part av serliga samanhaldinum millum tey. 



Stórur áhugi

Tiltakið á bókasavninum var úrslit av stóra áhuganum, sum fólk og miðlarnir hava sýnt slangorðabókini, síðani tíðindini um hana frættust

- Vit eru rættiliga ovfarin av stóra áhuganum fyri bókini, tí fyri okkum var hugskotið púra upplagt, sigur Agnar F. Joensen.

Bókin og fyritøkan Hvista verða við í kappingini Ungt virki, har vinnarin verður funnin 15. mars. Tá skal dómsnevndin millum annað taka støðu til, hvussu væl fyritøkan hevur megnað at marknaðarført sína vøru.

- Vit gjørdu sjálvandi eina marknaðarførings strategi, tí tað er partur av uppgávuni. Men hon gjørdist mest sum óneyðug, so skjótt, sum fyrstu tíðindini um bókina vóru komin út. Síðani tá, hava stórt sæð allir miðlarnir vilja frætt meira um hetta, sigur Herborg Hansen, marknaðarleiðari.