Ein ísraelskur maður varð koyrdur á sjúkrahús eftir eina ringa uppliving á vesinum heima hjá foreldrunum. Beint sum hann hevði sett seg til rættis, kom ein slanga upp úr vesinum og setti høggtenninar í hann.
Maðurin var og vitjaði foreldrini har norðuri í Ísrael, tá hetta hendi, skrivar Berlingske frá Huffington Post.
Slangan hevði svomið upp í vesikummuna og gjørdist eftir øllum at døma so kløkk og bangin, tá maðurin settist, at hon høgdi til.
Læknar av sjúkrahúsinum siga, at slangubitið var ikki eitrandi, men maðurin fer helst at fáa arr av tí.