Eina løtu eftir at eitt flogfar var farið á flog úr Cairns har norðuri í Avstralia tvið kós ímóti Papua Ný Guinea, varnaðust ferðafólkini, at ein tríggjar metrar long pytonslanga var á øðrum vonginum. Tey sóu, hvussu slangan stríddist við kuldan og vindin, og at hon bløddi av teirri harðligu viðferðini, sum hon fekk.
Tað eydnaðist slanguni at halda sær á vonginum allan vegin til Papua Ný Guinea. Ferðin tók meiri enn tveir tímar, men 12 stiga frost og vindmegi upp á 400 kilometrar um tíman var meiri, enn slangan kláraði. Tá flogfarið setti seg í Port Moresby, var slangan deyð.