Tað verður virkið Hvista og teirra slangorðabók, sum skulu umboða Føroyar í donsku kappingini Ung Virksomhed seinni í ár.
Tað varð greitt, tá vinnararnir av kappingini Ungt Virki vórðu avdúkaðir leygardagin á Torginum í SMS, har virkini hava sýnt sínar vørur.
Alt stríðið vert
Í grundgevingini fyri at lata Hvista fyrstaplássið løgdu dómararnir dent á, at hugskotið við slangorðabókini var serliga gott, umframt at fyritøkan hevði dugað sera væl at skipa sítt virksemi og marknaðarføringina av orðabókini.
Tey fimm ungfólkini vænta ikki, at tað verður nakar trupulleiki at fara uttanlands við eini føroyskari orðabók at kappast.
- Vit fara fyrst og fremst at leggja dent á sjálvt hugskotið við eini slangorðabók. Eisini er ætlanin seinni at gera eina danska og kanska eisini eina enska útgávu av bókini, sigur Herborg Hansen, marknaðarleiðari í Hvista.
Manningin í Hvista dylur ikki yvir, at tey hava lagt nógv arbeiði í hesa verkætlanina og at tað til tíðir hevur verið strævið at seta egið virkið á stovn. Men tá vinnarin varð avdúkaður leygardagin, var lítil møði at hóma hjá teimum fimm ungfólkunum.
- Hetta hevur verið alt stríðið vert, vóru tey á einum máli um.
Nummar tvey í kappingini gjørdist fyritøkan Sirious við einum serligum roykalarmi, meðan triðjaplássið fór til virkið Savon, ið hevur framleitt eina sápu úr seyðatálg.
Ungt Virkið
Ungt virkið er árlig kapping millum næmingar á Tekniska Skúla í Klaksvík, Handilsskúlanum í Havn og Handilsskúlanum á Kambsdali. Næmingarnir skulu byrja sítt egna virki undir somu treytum, sum virkir vanliga verða stovnað og eisini framleiða eina vøru, sum virkið kann selja.
Í døgunum 13. til 15. mars sýndu virkini sínar vørur fram á Torginum í SMS, har tey eisini løgdu sína virkisverkætlan fram fyri eini dómsnevnd.
Vinningurin var eitt pláss í kappingini Ung Virksomhed í Danmark seinnni í ár, har Hvista síðani skal kappast um eitt plás í Europeisku kappingini Young Enterprise. Vinnarin av tí kappingini verður kosin Company of the Year.