- Hetta er eitt arbeiðspláss, eg altíð havi droymt um at sleppa at arbeiða á. Men um eg akkurát havi droymt um at verða skúlastjóri, skal eg ikki siga.
Men hóast Mikkjal Helmsdal kanska ikki hevur havt ein lívsdreym um at verða skúlastjóri á studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Hoydølum, er hetta júst starvið, hann nú skal royna at fáa tað besta burturúr.
Men tað er eisini ein avbjóðing, hann er til reiðar at átaka sær, annars hevði hann neyvan søkt starvið, tá ið tað varð lýst leyst, eftir at Mads Andrias Winther segði seg frá.
Og seinnapartin í gjár fekk 42 ára gamli Mikkjal Helmsdal so boðini um mentamálaráðnum um, at uriasposturin í Hoydølum er hansara.
Hann sigur, at hann hevur verið tímalærari í Hoydølum í tveimum umførum, fyrst eitt skifti í nítiárunum og so eisini hesi bæði seinastu árini, so hann kennir bæði skúlan og umstøðurnar.
Hvat verður størsta avbjóðingin í hesum nýggja starvinum?
- Tað verður at standa á odda fyri teimum broytingum, sum skulu til fyri at ganga tíðarinnar krøvum og framtíðini á møti. Men avbjóðingin verður eisini at skapa eldhuga fyri at átaka sær tær avbjóðingar, sum framtíðin hevur at bjóða okkum.
Akkurát, hvussu hann kundi hugsa sær at sett síni fingramerki á skúlan, er eisini nakað, hann hevur gjørt sær nakrar tankar um.
Men hann heldur ikki at tað er rætt at lufta hesar tankarnar alment, fyrrenn hann hevur havt høvi at hitta lærararnar og hoyrt teirra hugsan.
Tí er eisini alt ov tíðliga at siga, um vit framtíðar næmingarnir í Hoydølum kunnu vænta sær nakrar øðrvísi avbjóðingar ella øðrvísi tilboð.
Beint nú verður høvuðsavbjóðingin at fyrireika næsta skúla ár við øllum tí, sum tað ber í sær.
Við opnum sinni
Og at skúlastjórastarvið í Hoydølum hevur verið ein uriaspostur er ikki yvir at dylja, tí fráfarandi rektari krógvaði ikki, at fremsta orsøkin til, at hann ikki tímdi meir, var tað, sum, hann í Dimmalætting kallaði politiskt ryggloysi.
Hann sipaði til, at hóast hølisviðurskiftini í Hoydølum hava verið ein stórur trupulleiki í mong ár, klára politikarar ikki at taka støðu til, hvat skal gerast, fyri at bøta um umstøðurnar.
Men hann duldi heldur ikki fyri, at innanhýsis ímillum lærararnar í Hoydølum um, hvussu hølistrupulleikarnir verða loystir sum frægast, hava tikið honum fast.
Men alt hetta eru viðurskifti, sum ikki nerva nýsetta skúlastjóran og tað eru ikki viðurskifti, sum hann stúrir so nógv fyri.
- Tað er ikki relevant fyri meg at taka støðu til ein innanhýsis klovning ímillum lærararnar um, hvussu tað er best at loysa hølistrupulleikarnar hjá skúlanum
Mikkjal Helmsdal sigur, at hann ætlar at møta øllum starvsfeløgum og øllum meiningum við opnum sinni og at hann ikki hevur nakra meining um, hvørja áskoðan, hvør einstakur lærari hevur.
- Nú er talvan turkað, tí nú byrjar eitt nýtt kapittul.
Annars staðfestir hann, at øll fullgreið yvir, at skúlin er bæði alt ov lítil og fullkomiliga uppslitin og tí vita allir partar eisini, at tað er neyðugt at útvega okkum betri umstøður.
Mikkjal Helmsdal sigur, at í setanarsamrøðuni við Mentamálaráðið, fekk hann eisini at vita, at hølistrupulleikarnir í Hoydølum eru viðurskifti, sum er raðfest heilt frammaliga og at har skal nakað henda heilt skjótt.
- Tað, sum mest umræður, er, at fara í eitt opið samskifti við politiska myndugleikan um hesi viðurskifti, so at vit øll fáa nakað at síggja fram ímóti.
Í hesum sambandi hevur stóri spurningurin verið um tað er best at byggja skúlan í Hoydølum út, ella um rætta loysning er at byggja nýggjan skúla í einum skúladepli í Marknagili, saman við øðrum skúlum.
Men eisini í hesum spurninginum, gongur nýggi skúlastjórin á tá.
- Tað er ein spurningur, sum eg ikki havi læst meg fastan í. Tað, sum er best umráðandi er at fáa eitt sunt kjak innanhýsis á skúlanum, har vit venda hvørjum steini fyri at lýsa fyrimunir og vansar við ymsum loysnum, so at vit eru til reiðar at fáa tað besta burturúr, sama hvør loysnin verður vald.
Men sært tú nakrar fyrimunir ella vansar við at leggja studentaskúlan og HF skeiðið í ein skúladepil, saman við øðrum skúlum?
- Tað er ikki ein spurningur, eg havi hug at siga nakað um beint nú, tí tað havi eg ikki sett meg nóg væl inn í til at eg kann hava eina avgjørda meining um. Men tað er ein møguleiki, sum eg haldi, skal standa opin, sigur Mikkjal Helmsdal.
Nú hevur tú verið stjóri í Sjónvarpinum og í mentanarhúsinum í Álandi. Eru tað royndir, sum fara at koma tær til góðar í hesum nýggja starvinum?
- Tað er ongin ivi um tað, tí at vera skúlastjóri í Hoydølum er eitt starv, har tú skalt standa á odda fyri einstaklingum og fyri fólki við høgum, fakligum førleikum á ymsum økjum. Í hesum sambandi er tað av stórum týdningi, at hava royndir frá størvum, har fólk hava ymsar fatanir. Í hesum sambandi er tað avgjørt ein góð barlast, at hava arbeitt við listafólki og fjølmiðlafólki, sigur Mikkjal Helmsdal.
Í løtuni er hann verkætlanarleiðari á Vinnuframastovuni og enn er ikki heilt avgjørt, nær hann sleppur leysur haðani. Sostatt er heldur ikki heilt greitt enn, nær hann tekur við skúlastjórastarvinum á okkara nógv størsta og nógv elsta miðnámsskúla.