Slapp leysur

Ein kanningardómari í Kroatia hevur gjørt av, at Branimir Glavas skal latast leysur úr varðhaldinum, sjálvt um illgruni er um, at hann framdi krígsbrotsverk undir borgarakrígnum á Balkan fyrst í nítiárunum. Branimir Glavas hevur verið í hungursverkfalli í ein mánað og er sera veikur, og tí hevur dómarin gjørt av at lata hann leysan. Tann 50 ára gamli Glavas hevur alla tíðina hildið uppá, at hann er ósekur, og hann fór í hungursverkfall fyri at mótmæla, at hann var tikin. Hann er annars undir illgruna fyri at hava beint fyri fleiri serbum í Kroatia undir borgarakrígnum.