57 ára gamli maðurin, sum er skuldsettur fyri harðskap, ið førdi til deyða, situr ikki longur varðhaldsfongslaður.
Tann skuldsetti maðurin hevur seinastu tveir mánaðirnar sitið varðhaldsfongslaður, men á rættarfundurin í gjár var av, kundi maðurin umsíðir sleppa heim til sín sjálvs.
Maðurin varð tikin fyri tveimum mánaðum síðan, 7. november varð varðhaldsfongslingin longd til í gjár, men nú helt dómarin ikki, at grundarlag longur var fyri at hava mannin varðhaldsfongslaðan.
Maðurin varð fonglaður nakrar dagar eftir, at vinkona hansara doyði, og politiið heldur, at konan orsakað av harðskapi.
Ákærin bað um at leingja varðhaldsfongslingina fýra vikur aftrat, tí øll vitni eru ikki aavhoyrd enn, og mentalkaningin av manninum er ikki liðug.
Men verjin hjá manninum, Kári Petersen, mótmælti. Hann helt tað vera ein óskikk, at varðhaldsfongsla, tá tað ikki var neyðugt, og í hesum førinum hevði politiið eisini døllað, helt hann. Hann helt tað vera løgið, at politiið enn ikki hevði fingið tosað við tey vitnini, sum búgva í býnum.
Heusm tók dómarin undir við og lat mannin leysan.
Trý vitni hevur politiið eftir at tosa við.