Omma ættleidda Markus, sum í summar varð tikin frá mammuni, varð fyri løtu síðan dømd sek í at hava hótt Ríkisumboðið. Men hon skal ikki inn at sita Fjør vár ættleiddu eini føroysk foreldur eitt barn úr Etiopia, men tríggjar mánaðir seinni komu ættleiðingarmyndugleikarnir eftir, at tey áttu ikki at fingið hetta barnið, og barnið varð tikið frá teimum aftur.
Foreldrini og øll familjan høvdu tað ræðuligt, og ein dag ringdi omman til Ríkisumboðið fyri at spyrja, hvar Markus var, og hvussu hann hevði tað.
Nakað aftaná hesa samtaluna meldaði Dan Knudsen, ríkisumboðsmaður ommuna fyri at hava hótt seg við lívinum.
Í rættinum fyrrapartin endurtók hann, hvat hann mintist frá samtalun, og at hann hevði verið illa við.
Kvinnan sjálv noktaði at hava hótt.
Dómarin valdi tó at trúgva Dan Knudsen, ríkisumboði. Frágriðing hansara var sannførdur, og ein maður í slíkum starvi kundi ikki lúgva.
Kvinnan varð dømd 20 daga treytaða fongsulsrevsing. Dómurin varð gjørdur treytaður, tí kvinnan er ongantíð áður revsað, og tí umstøðurnar hjá familjuni í teimum døgunum vóru heilt serligar.