Slash blandar United við City

Kendi guittarleikarin hjá Guns N? Roses er Stoke viðhaldsmaður, men á Facebook hevur hann ynskt Stoke góða eydu í FA Cup móti Manchester United og ikki City. Saul Hudson, ið er betri kendur sum ?Slash?, er víðagitin fyri síni evnir á gittarinum frá tíðini í Guns N? Roses har hann gekk á odda við eini kendari solo fyri og aðrari eftir. Tað sum tvey fagstu vita er, at Slash sum helt ungur búði í Stoke umráðum í Bretlandi. Hann er tískil Stoke viðhaldsmaður. Tað hevur hann eisini fleiri ferðir gjørt vart á Facebook síðu síni. Fyri løtu síðan ynskti hann Stoke liðnum góða eydnu í FA Cup finaluni. Soleiðis skrivaði Slash:

 

Stoke City vs Manchester United FA Cup final, tomorrow! Best of luck Stoke! Iii|; )´

 

Soleiðis skrivaði Slash, men sakin er nú tann, at finalan er móti Manchester City og ikki Manchester United. Um tað eru árini við sex, drugs and rock n? roll í Guns N? Roses tíðini ella vantandi vitanin um fótbólt, sigur søgan einki um ? enn.

 

FA Cup finalan í verður í morgin klokkan 15:00 á Wembley.