Jóanes K. Andreasen
???????????????????
Hvussu ber tað til at slíkur kleyvarskapur kann fyrikoma á tykkara skipum, at sleipitrossarnir slitna? Fyrst slitnar í Nólsoyarfirði við einum áttamannafari og síðan við Norrønu, er tað ongin, ið fær eina álvarliga átalu ella nøs.
Hetta er vánaligur sjómanskapur so tað rungar eftir í, man følir seg ótryggan við støðuna.
Undirritaði er ikki serkønur á økinum, men heldur at slíkt ikki má henda aftur, so eg spyrji, hvat ætla tit at gera fyri at betra hetta?
Eg haldi ikki, at tit skulu lata hetta fara aftur við borðinum, og hvat sigur tryggingin til slíkan kleyvarskapi? Hevði hon goldið um tað stóðst skaði av hesum?
Annars alt rós til Vaktar og Bjargingartænastuna, men slíkir feilir máa ikki koma fyri.