Sleipnir í Ríðisambandinum

Ríðifelagið Sleipnir er nú partur av Ríðisambandinum, eftir at Ríðisambandi á fudi fríggjadagin 1. mei gjørdi av at geva játtandi svar til umsóknina hjá Sleipni.

Sleipnir er ríðifelag í Eysturoy, ið varð sett á stovn fyrr í ár.

Tað hevur tikið eina løtu at avgreiða umsóknina orsakað av koronavirus, sigur Ríðisamband Føroya, men nú er hóast alt komið á mál.

Nevndin í Sleipnni er: Jón Nónklett, formaður; Turið Petursdóttir, skrivari; Anna Magnussen, nevndarlimur; Jákup Vágsheyg, peningarøkil; Ludvík við Stein, nevndarlimur. 

Nýstovnaða felagið gerst sostatt fjórða limafelagið í ríðisambandinum. Hini eru Vága Ríðingarfelag, Føroyskt Íslendskt Rossafelag og Føroya Ríðingarfelag.

– Flestu av hesum fólkunum halda til á Skálafjarðaleiðini og hevur felagið heimstað í Lamba, men sum skilst er felagið opið fyri øllum rossaáhugaðum. Felagið søkti beinanvegin um limaskap í Ríðisambandi Føroya fyri at fáa góðkenning sum ítrottarfelag innan ríðing, og at kunna luttaka í kappingum. Harumframt skal felagið virka fyri, at ítróttarkarmarnir kring um felagið gerast so góðir, at skipaðar kappingar kunnu haldast í økinum, sigur Ríðisamband Føroya.