Íslendingar bíligast í Vági

Íslendska byggifyritøkan, TG-Verk, hevur nógv bíligasta tilboðið upp á arbeiðið at byggja ellis – og røktarheimið í Vági og økisdepilin fyri sinnisveik, sum skal byggjast saman við heiminum.

Tað varð greitt, tá ið tilboðini vórðu latin upp.

TG-Verk hevur bjóðað sær at gera arbeiðið fyri slakar 57 milliónir og tað eru heilar 33 milliónir bíligari enn tað dýrasta tilboðið, so tað var rættiliga stórur munur á tilboðunum.

Tá ið tilboðini vórðu latin upp í februar, vóru sjey tilboð komin inn og tey vóru hesi:

TG-Verk: 56.949.861 krónur

Víking Smíð: 63.306.606 krónur

HES-Byg: 63.866.059 krónur

Norðhús: 68.472.060 krónur

Articon: 69.352.591 krónur

MT Højgaard: 74.975.355 krónur

Pihl Føroyar: 89.952.169 krónur

Men afturat kostnaðinum kemur kostnaðurin fyri projektering, byggileiðslu og –eftirlit, ráðgeving, prís- og lænarvøkstur og annað.

So tilsamans kostar byggingin slakar 85 milliónir, tá ið alt er tikið við.

Tað er arkitektarnir Albert Isfeld og Gudmund S. Hansen, sum hava teknað heimið, LBF hevur staðið fyri konstruktiónum og el og Martin E. Leo hevur staðið fyri HVS og ventilatión.

Les eisini greinina: Onkur millión rýkur afturat í Vági og greinina: Fýra ára bíðitíð í Vági komin at enda