Leikliga vóru íslendingar væl við í hvørjum av teimum seks dystunum teir spældu í HM-endaspælinum í manshondbólti, ið er í Egyptalandi í hesum døgum.
Men dystirnir móti Portugal í innleiðandi bólkaspælinum, og dystirnir móti Sveis, Fraklandi og Noregi í millumspælinum vóru allir taptir við tveimum málum.
Í innleiðandi bólkaspælinum vunnu íslendingar greiðar sigrar á Marokko og á Algeria.
Íslendingar hava søguliga vunnið seg í 21 av teimum 27 HM-endaspølunum, ið eru avgreidd síðani 1938. Íslendingar kappaðust longu fyrstu ferð í einum HM-endaspæli í HM-endaspælinum í farna Eysturtýsklandi (DDR) í 1958.
Bestu úrslitini hjá íslendingum eru OL-silvur í 2008 og EM-bronsa í 2010.
Í mun til úrslitini og stigini hesaferð endaðu íslendingar á einum 20. plássi av teimum 32 landsliðunum, ið kappaðust til HM-endaspælið í Egyptalandi.
Her eru endastøðurnar millum nummar 9 og 24:
9. Slovenia
10. Portugal
11. Argentina
12. Týskland
13. Póland
14. RHF (Russiska hondbóltssambandið)
15. Kroatia
16. Sveis
17. Hvítarussland
18. Brasil
19. Japan
20. Ísland
21. Bahrain
22. Algeria
23. Norðurmakedonia
24. Uruguay
Seinastu dystirnir í President´s Cup avgera hvørja lond enda millum nummar 25 og 30 í kappingini. Tað er longu greitt, at Kap Verde endar aftast og Suðurkorea endar sum nummar 31.
HM-FJÓRÐINGSFINALURNAR MIKUDAGIN:
Danmark-Egyptaland (klokkan 16.30)
Svøríki-Katar (klokkan 19.30)
Spania-Noreg (klokkan 19.30)
Frakland-Ungarn (klokkan 19.30)