Íslendingar eru heimsins bestu hondbóltsvenjarar

Dag­ur Sig­urðsson og Þórir Hergeirsson er valdir til heimsins bestu venjarar

Íslendingar hava nógv heimsnøvn í altjóða hondbólti, bæði á vøllinum, og uttanfyri vøllin.

 

Tveir íslendingar, sum báðir starvast, sum landsliðsvenjarar í øðrum londum eru valdir til heimsins bestu hondbóltsvenjarar í ávikavist manshondbólti, og í kvinnuhondbólti. 

 

Dag­ur Sig­urðsson er av altjóða hondbóltssamgonguni, IHF valdur til besta venjara í manshondbólti fyri árið 2015. Dag­ur Sig­urðsson er høvuðsvenjari hjá týska manslandsliðnum í hondbólti, sum vann EM-endaspælið í hondbólti, sum var leikt í Póllandi í januar. Dag­ur Sig­urðsson fekk 59,1 prosent av atkvøðunum. Norski landsliðsvenjarin, Christian Berge gjørdist nummar tvey. 

 

Þórir Hergeirsson, sum er landsliðsvenjari hjá norska kvinnulandsliðnum í hondbólti er á fjórða sinni kosin at verða heimsins besti venjari í kvinnuhondbólti. Þórir Hergeirsson fekk 48,8 prosent av atkvøðunum. Þórir Hergeirsson vann eisini heiðurin fyri árini 2014, 2012 og í 2011. Í desember vann Noreg heimsmeistaraheitið, og í skrivandi stund er Noreg verandi heimsmeistari, evropameistari og olympiskur meistari. Tað hava norsku hondbóltskvinnurnar verið á tveimum sinnum meðan Þórir Hergeirsson hevur verið venjari teirra. 

 

Atkvøðugreiðslan, sum IHF hevur skipað fyri er helvt um helvt serfrøðingametingar, og ein almenn atkvøðurgreiðsla, har hondbóltsfjepparar kring allan heimin hava atkvøtt. 

 

Tillukku til Ísland og íslendskan hondbólt fyri at verða eitt fyrimyndarligt undangonguland millum smátjóðir, tá tað kemur til avrik í ítrótti.