Týsdagin og mikudagin fer íslendska Altingskvinnan, Siv Friðleifsdóttir, at halda tveir fyrilestrar í Norðurlandahúsinum.
Fyrri fyrilesturin snýr seg um kvinnur í politikki, og hin seinni um íslendsku fíggjarkreppuna.
Í Íslandi er talið á kvinnum í Altinginum vaksið, og eftir seinasta val gjørdist heili 43% av tinglimunum kvinnur. Í kommunalpolitikki umboða kvinnur 36% av limunum, og í stjórnini er helmingurin kvinnur.
Ísland er eisini kent fyri at vera eitt hitt fyrsta landið við kvinnuligum forseta, og í dag er eisini ein kvinna statsministari, Jóhanna Sigurðardóttir. Somuleiðis er eisini ein kvinna Altingsformaður, Ásta Ragnheiður Jóhannesdóttir.
Eisini í Føroyum er talið á kvinnuligum politikarum vaksandi, og sjey kvinnur eru umboðaðar í løgtinginum.
Danmark er annars tað norðurlandið við fægst kvinnum í tinginum, nevniliga 38%. Føroyar tó undantiknar.
Fyrilesturin týskvøldið verður í Norðurlandahúsinum og byrjar klokkan 19.
Bankakreppan
Mikukvøldið verður so íslendska fíggjarkreppan á skránni.
Sum kunnugt er Ísland sera meint rakt av altjóða fíggjarkreppuni, og stóra samtaluevnið í grannatjóðini fyri vestan er íslendska lógin um at rinda tær knøppu 30 milliardirnar danskar krónur aftur til bankakundar í Onglandi og Hollandi. Sum kunnugt noktaði íslendski forsetin at skriva undir hesa lógina, ið tískil nú skal út til fólkaatkvøðu, sum væntandi verður seinast í februar.
Sum sæst á síðuni yvirav, eru íslendsku bankarnir um at koma fyri seg, men tað hevur ikki verið uttan kostnað, tí fleiri fyritøkur standa illa í tí, og eru um at fara av knóranum. Íslendsku bankarnir eru í løtuni sera trekir at lána pengar út, og tað gongur út yvir handil og ídna.
Men fráflytingin er kortini ikki so ðógvuslig, sum óttast kundi verið fyri.
- Vit høvdu eitt stórt tal av útlendingum arbeiðandi her í Íslandi, serliga póllendingar, og tað er í størstan mun hesir útlendingar, sum eru farnir av landinum aftur. Størsta bakkastið hjá okkum verður, um ungir, vælútbúnir íslendingar eisini stinga í sekkin, nakað, sum enn ikki er hent í nakran týðandi mun, sigur Siv Friðleifsdóttir.
Álitið fokið
Hon fer at tosa um sínar royndir sum Altingskvinna, tá stóra skrædlið hendi í oktober 2008, og um, hvussu fólk reageraðu.
- Íslendingar fóru út á gøtuna við pottum og pannum at mótmæla politikarunum og kravdu eina broyting. Kastað var við eggum, bananum, máling og gróti móti Altinginum, og krav varð sett fram um nýbrot í politikkinum, sigur Siv Friðleifsdóttir.
Álitið á myndugleikum er eisini minkað munandi. Frá februar/mars 2008 til somu mánaðar 2009 minkaði álitið á Altingið úr 42% niður í 13%. Álitið á bankaskipanina fór í sama tíðarskeiði úr 40% niður í 4%. Eisini álitið á ávikavist tjóðbankanum og fíggjareftirlitinum er lítið, 11% og 5%. Hetta er ikki mált í 2008.
Eisini á øðrum instansum er álitið minkað. Kirkjan úr 52% niður í 41%, og Dómstólarnir úr 39% niður í 30%.
Háskúli Íslands hevur mist virðing úr 90% niður í 80%, politiið úr 80% niður í 79%, meðan heilsuskipanin er vaksin úr 68% upp í 71%.
Seinni fyrilesturin verður í Norðurlandahúsinum mikukvøldið og byrjar klokkan 19.