Íslendska stjórnin er fegin um føroyska lánið, og íslendskir blaðlesarar rósa føroyingum Íslendingar hava søkt um lán frá Altjóða Gjkaldoyragrunninum IMF og tjóðbankum í øðrum londum, og íslendskir fjølmiðlar gera nógv burturúr, at føroyingar vóru teir fyrstu við einum beinleiðis tilboði um lán.
Eftir tilboðnum kunnu íslendingar læna 300 milliónir krónur, sum svarar til góðar seks milliardir íslendskar krónur.
Íslendski forsætisráðharrin, Geir H. Haarde, er fegin um føroysku vælvildina, og hann sigur seg vera serliga fegnan um, at tað er full politisk semja í Føroyum um at veita íslendingum lánið.
Íslendskir blaðlesarar gera dúgliga viðmerkingar til avgerðina hjá føroyingum at veita íslendingum lán. Onkur lesari heldur, at í dag eru føroyingar kanska teir einastu vinir, sum íslendingar hava.
Okkurt av bløðunum minnir íslendingar á, hvussu skjótir føroyingar vóru at hjálpa, tá skalvalop vóru á Flateyri og í Súðavík, og tá tað stóra gosið var í Vestmannaoyggjunum.