Tónleikur
Reykjavík: Dagarnir tá Eivør Pálsdóttir var ein væl varðveittur føroyskur loynidómur eru taldir. Í Íslandi er hon nú so væl umtókt, at handlarnir í Reykjavík tømdust mest sum beinanvegin fyri fyrstu sending av nýggju fløgu hennara ?Krákan?. Og á útgávukonsertini týskvøldið vildi standandi fagnaðurin frá nærum fullsettu áhoyraraplássunum ongan enda fáa.
Men hóast hon tosar og syngur íslenskt sum ein innfødd, hevur Eivør varðveitt alt, sum er føroyskt við henni, og hevur ikki latið seg í nakran íslendskan ham.
Og tað er júst hetta, ið íslendingar tykjast at dáma við føroysku songkvinnuni. Á útgávukonsertina vóru hundraðtals fólk komin at hoyra Eivør tulka føroysk skjaldur og syngja sínar egnu, føroysku, sangir. At tey ikki skiltu orðini, legði eftir øllum at døma eingin nakað í, tí sum fleiri søgdu aftaná konsertina, so skiltu tey altíð huglagið í tekstinum, sum Eivør sang.
Funnið sín egna stíl
Tað eru liðin fýra á síðan tann tá 16 ára gamla Eivør gav sína fyrstu fløgu út, eina fløgu sum av góðum grundum enn verður spæld og sum eisini hevur selt rættiliga væl í Íslandi, so hvørt sum songkvinnan er vorðin alt meira kend.
Við nýggju fløguni, ?Krákan?, tykist Eivør at hava funnið sín egna stíl. Hennara fortíð í jazzi fornoktar seg ikki, og tað ger tíðin sum progressivur rockari bestemt heldur ikki. Sjálv framførslan av løgunum er tann berandi kraftin heldur enn løgini sjálv ella teksturin, og tað er kanska orsøkin til at Eivør sleppur væl frá at syngja á føroyskum.
Íslendingar trúgva í hvussu er uppá, at tað eisini er ein framtíð fyri føroysku songkvinnuna uttan fyri Ísland.
- Eg eri sannførdur um at Eivør fer at koma langt. Hon hevur alt, sum skal til, fyri at gerast kend um allan heimin. Og tá hon verður tað, vænti eg at vit íslendingar fara at vera stoltir av henni, tí vit kenna at vit eiga eitt sindur í henni, hóast hon er føroysk og syngur á føroyskum, segði blaðstjórin á tónleikablaðnum ?Sánd?, eftir at hava hoyrt Eivør enn einaferð.
Til Japan
Aftaná konsertina var sokallað release-party á einum náttklubba í íslendska høvuðsstaðnum, har umboð fyri fjølmiðlar og onnur innboðin savnaðust.
Vikurnar undan útgávuni hevur Eivør verið ein tann mest umtalaði persónurin í íslendskum fjølmiðlum, og áhugin fylgdi føroysku songkvinnuni heilt upp á pallin týskvøldið, har íslendskt sjónvarp tók upp undir ljóðroyndini fyri at senda beint undan konsertini.
At fylgja sær tónlistarliga hevur Eivør seinasta árið havt tríggjar av frægastu íslendsku tónleikarunum av sínum slag. Petur Grétarsson, ið spælir trummur, percussion og harmoniku á fløguni, fekk eina telefonuppringing frá Eivør.
Eivør sigur, at hon hevði hoyrt, at Petur Grétarsson var tann frægasti trummuspælarin í Íslandi og tí ringdi hon til hansara, tá hon skuldi savna sær ein bólk. Afturat sær fekk Petur Eðvarð Lárusson, guitar, og Birgir Bragason, bass, og hesir hava allir fylgt Eivør hetta seinasta árið.
Í fyrstu atløgu verður fløgan hjá teimum trimum og Eivør givin út í Íslandi og Føroyum. Fyrst í komandi ári fara tey hennara á konsertferð í Norðurlondum við fløguni og so er ætlanin at royna fjarari marknaðir, eitt nú eru ítøkiligar ætlanir um at fara til Japan.