Íslendingar hava nústaðni fingið ferð

Minni játtan til Menningarstovuna fer at raka meint, og nógvar ætlanir mugu sleppast um somu tíð sum roynt verður at menna aðrar vinnur

Skerjingar


Íslendingar hava í mong ár miðvíst arbeitt við at menna aðrar vinnur. Tað hevur ikki gingið illa hjá teimum, men nústaðni er verulig gongd komin á. Síggja vit burtur frá aluminiums framleiðsluni, var útflutningurin av fiski og fiskavørum í 2001 82 % av øllum útflutninginum. Onnur ídnaðarframleiðsla stóð fyri 8 % og landbúnaðarvørur fyri 2 %. Verður hugt at, hvar Ísland fær útlendskt gjaldoyra, sæst tó, at einans 40 % stavar frá fiski. Aluminium gav 15%, ferðavinnan 12%, flutningsvinnan 12% og tænastur 11%.

Fyrstu tíðina eftir kreppu-árini, mentist onnur vinna í Føroyum, men tá fiskameingi, fiskaprísir og laksaprísir bara fóru upp eftir, gloymdu vit aftur framtíðina. Eisini tá vórðu játtaninar til gransking og vinnu-menning skerdar, og nú mest ræður um at menna framtíðarvinnur, halda vit á fram at skera niður upp á gransking og vinnumenning.

-Fíggjarárið er meira enn triðingsgingið, nú tit missa hálva millión. . Tað er kanska ikki sum at siga tað, at spara hálva miljón í eftirverandi 7 mánaðunum av árinum?

-Nei, tað verður ikki lætt. Í 1993 vórðu vit skerd við 300 tús. kr., men tá vóru Føroyar í størstu kreppuni nakrantíð, og alla staðir varð skorið niður. Nú tykist tað meira sum um vit ætla at gera kreppuna størri, drðggja okkum hana.

Sjálvsagt fer tað at kennast meint hjá okkum, og nógvar ætlanir mugu sleppast. Men vit fara framhaldandi at royna at skapa føroyskum fyritøkum nýggjar marknaðir og nýggjar avbjóðingar - tað er okkara størsta avbjóðing.