Íslendingar keypt Føroya Shell

A/S Dansk Shell hevur í dag selt íslendska felagnum Skeljungur øll partabrøvini í P/F Føroya Shell Norðlýsið skrivar á heimasíðu sínari, at Shell í dag almannakunnger, at partabrøvini í P/F Føroya Shell eru seld íslendska felagnum, Skeljungur. Tað er eitt oljufelag, sum hevur virksemi innan bensinstøðir, tænastur, oljuinnflutning og fíggjarligar tænastur.

? Skeljungur hevur í nógv ár rikið bensinstøðir í Íslandi undir Shell-búmerkinum, so tað er bæði við gleði og ró í sinni, at vit almannakunngera, at Skeljungur er

nýggjur eigari av fyritøkuni í Føroyum, sigur nevndarformaðurin í P/F Føroya Shell, Petra Koselka, sambært nordlysið.fo.

Teir endurgeva eisini Gunnar Karl Guðmundsson, stjóra í Skeljungur, fyri at siga soleiðis:

? Vit eru greiðir yvir, at vit keypa eitt sunt og gott felag við djúpum rótum í tí føroyska samfelagnum. Vit gleða okkum til saman við starvsfólki og leiðslu at halda

fram við tí góða arbeiði og merkisverdu úrslitum, sum starvsfólk og leiðsla

hava skapt ár um ár.

Skeljungur yvirtekur allar greinar av P/F Føroya Shell. Tað eru 10

Shell-støðir, tvær høvuðsgoymslur, 13 tangabilar og tangaskipið Magn.

Tær 10 Shell-støðirnar í Føroyum fara tó framhaldandi at brúka Shell-búmerkið.