Í Íslandi hevur Havrannsóknarstovnurin mælt politikarunum til at økja lodnukvotuna, so hon verður 325.000 tons í hesum fiskiárinum. Tað er 125.000 tons meiri enn í tí fyrra tilmælinum.
Sum skilst eru tað nýggj rannsóknartøl, sum hava fingið Havrannsóknarstovnin at mæla til størri kvotu. Sambært teimum nýggju kanningunum er kynsbúni lodnustovnurin 720.000 tons og ikki 600.000, sum kanningar fyrr hava bent á. Tí ber til at økja kvotuna.
Fiskirannsóknarskipið Árni Friðriksson hevur gjørt lodnukanningar eystanfyri og norðanfyri teir seinastu fjúrtan dagarnar, og fyrsta dagin fara fimm skip at leita fyri at fáa staðfest, hvussu víða lodnan stendur eystanfyri og norðanfyri, skrivar Morgunblaðið.