Íslendska fiskimálaráðið hevur í dag lagt 30.000 tons oman á ársins toskavkotu Einar K. Guðfinnsson, fiskimálaráðharri, kunngjørdi í dag, at hann hevur gjørt av at økja toskakvotuna 30.000 tons, so kvotan er 160.000 tons hetta fiskiárið.
Fiskimálaráðharrin ásannar, at avgerðin at økja kvotuna ger, at tað fer at taka heldur lomngri tíð at byggja toskastovnin uppaftur.
Einar K. Guðfinnsson sigur við fjølmiðlarnar, at stjórnin hevur gjørt av at økja toskakvotuna havandi í huga landsins búskaparstøðu.