Lógin, sum Løgtingið hevur samtykt, at um 12 ár skulu útlendingar ikki longur sleppa at eiga í føroysku fiskivinnuni, verður ikki galdandi fyri íslendingar.
Tað er gjørt greitt í Løgtinginum í morgun, nú Løgtingið viðgerð uppskotið frá landsstýrinum um at lata Hoyvíkssáttmálan halda fram.
Undanfarna samgonga segði annars Hoyvíkssáttmálan upp og tað gjørdi samongan tí at hon hevði samtykt, at um nøkur fá ár skuldi eingir útlendingar sleppa at eiga í feløgum, sum hava fiskirættindini undir Føroyum.
Tað var í stríð við Hoyvíkssáttmálan og tí varð hann sagdur upp. Men nú hevur hendan samgongan lagt uppskot fyri Løgtingið um at lata Hoyvíkssáttmálan halda fram.
Men Løgtingið hevur eisini samtykt, at um 12 ár skulu útlendingar ikki longur sleppa at eiga í feløgum, sum hava fiskirættindini undir Føroyum.
Og tað er eisini í stríð við ásetingarnar í Hoyvíkssáttmálanum. Og í Løgtinginum í morgun staðfesti Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, og limur í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum, at heldur Hoyvíkssáttmálin fram, sleppa íslendingar eisini framhaldandi at eiga í føroyskum feløgum, sum hava fiskirættindini í Føroyum.
Sostatt verður samtyktin um at útlendingar skulu úr føroysku fiskivinnuni, ikki galdandi fyri íslendingar – men hon verður galdandi fyri allar aðrar útlendingar.
Støðan er nevniliga, tann, at eftir stýrisskipanarlógini vinna ásetingarnar í Hoyvíkssáttmálum á samtyktini í lógini um sjófeingi um at útlendingar skulu vera burtur úr føroysku fiskivinnuni um 12 ár – og tí verður hetta ikki galdandi fyri íslendingar.