Triði hvør íslendingur tekur undir við, at Ísland skal fara upp í Evropasamveldið, men annar hvør er ímóti. 17 prosent eru hvørki fyri ella ímóti. Tað er úrslitið av einari meiningakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri íslendska ídnaðarfelagið, og sum íslendsku fjølmiðlarnir endurgeva.
Spurd, hvussu tey høvdu atkvøtt, um spurningurin um limaskap kom til fólkaatkvøðu nú, svaraðu 61,5 prosent, at tey helst ella heilt vist høvdu atkvøtt ímóti.
38,5 prosent svaraðu hinvegin, at tey helst ella heilt vist høvdu atkvøtt fyri ES-limaskapi.