Í Íslandi er gott lag í kvøld, tjóðarhetjurnar, fótbóltslandsliðið hevur ein framúr góðan 1-0 sigur ímóti Kroatia í HM-undankappingini, og deila íslendingar nú fyrsta plássið saman við kroatum.
Talan er um fyrsta sigurin hjá íslendingum nakrantíð ímóti Kroatia, sum er eitt sterkt landslið. Sigursmálið hjá íslendingum kom í 89. minutti. Gylfi Sigurðsson sendi eitt gott hornaspark inn í brotsteigin hjá Kroatia, og har eydnaðist tað Hørði Magnussyni, sum spælir við Bristol City í Onglandi at fáa økslina á bóltin, og tað snýtti kroatiska málverjin, og so var fagnaðurin ovurstórur á Laugardalsvøllinum.
Aftaná dystin góvu íslendsku spælararnir sær tíð at gera huh-klappið saman við íslendsku áskoðarunum, sum er blivin ein góður og hugfarsligur siður.
Í sama bólki vann Ukraina 2-1 á Finnlandi í Tampere, og Turkaland vann 4-1 á Kosovo á útivølli.
Støðan í bólki I:
Kroatia 13 stig
Ísland 13 stig
Ukraina 11 stig
Turkaland 11 stig
Finnland 1 stig
Kosovo 1 stig
2. september spælir Ísland á útivølli ímóti Finnlandi. Sama dag tekur Kroatia ímóti Kosovo, og Ukraina tekur ímóti Turkalandi.