Íslendingur á odda

Íslendingur á odda

Gunnar Dahl-Olsen misti heilar tveir minuttir upp til fremsta íslendingin á etapuni í Eysturoynni hósdagin

Súkkling
Stefan í Skorini
Tað er íslendski súkklarin Hafstein Ægir Geirsson, ið hevur bláu føraratroyggjuna í stóru súkklukappingini Statoil Kring Føroyar.
Hósdagin vóru súkklararnir í Eysturoynni, har teinurin hjá teimum vaksnu var 113 kilometrar.
Hafsteinn Ægir Geirsson vann etapuna, og hann var tveir minuttir og trý sekund frammanfyri Gunnar Dahl-Olsen, sum endaði nummar tvey. Á triðja plássi var Bogi Kristiansen, sum er tveir minuttir og 55 sekund aftanfyri Hafstein.
Fríggjadagin var einkultstartur á Sandoynni, og leygardagin verður koyrt í Suðuroynni. Sunnudagin verður endabresturin í Havn.
Unglingarnir súkklaðu ein tein, sum var 64 kilometrar, og hann vann danin Jon Timotej. Hann var ein minutt frammanfyri Torkil Veyhe. Jon er nú seks sekund frammanfyri Torkil Veyhe í samlaðu støðuni.