Íslendsk konsert í Norðurlandahúsinum

Mikudagin 10. mai 2000 kl. 19.30 verður konsert við íslendsku Sólrun Bragadóttir, sopran og norðmanninum Einar Steen Nøkleberg, piano.

Eitt sindur um tey bæði:

Sólrun Bragadóttir er fødd í Íslandi og byrjaði at fáa sangundirvísing við konservatoriið í Reykjavík. Síðani fór hon til U.S.A. at lesa víðari við lærda háskúlan Indiana í Bloomingon, haðani hon tók prógv. Umframt at ganga á lærdum háskúla, var Sólrun Bragadóttir á nógvum sangskeiðum.

Hennara fyrsta starv var við við Pfalztheater in Kaiseslautern, í Týsklandi, síðani starvaðist hon í fýra ár í Hannover og arbeiddi umframt á Deutsche Oper am Rhein í Düsseldorf. Sólrun hevur eisini havt fleiri høvuðssanglutir í Týsklandi t.d. á Bayerische Staatsoper í München, í Bremen, í Mannheim, í Kassel, í Kiel, í Karlsruhe og í Heidelberg. Sólrun Bragadóttir hevur arbeitt í Bern, í Schweiz, í Avignon í Frankaríki, í Liége í Belgien, Belfast í Írlandi og so eisini í Japan og í Íslandi. Í dag arbeiðir Sólrun Bragadóttir sum free-lance songkvinna.

Bragadóttir hevur eina víðfatandi sangskrá, sum eisini telur italskar, franskar og týskar sangir. Hon er væl dámd bæði í Íslandi og aðrastaðni í Europa. Hon hevur ofta verið at hoyrt í íslendska sjónvarpinum og luttikið í tiltøkum, sum eru vorðin send ymsastaðni í Europa.

Einar Steen Nøkleberg verður i dag hildin at verða ein hin besti pianospælarin í Noregi og hevur verið við á nøgvum altjóða konsertum og hevur spælt inn fløgur. Lærarar hansara vóru Nicolai Dirdal og Hans Leygraf . Í 1968 vann hann virðislønina hjá German High School Piano Competition.

Hann hevur eisini vunnið aðrar viðislønir, eitt nú norsku pianovirðislønina í 1972, í 1975 norsku kritikkvirðislønina, Lindemanns virðislønina í 1984 og Grieg virðislønina bæði í 1985 og í 1992.

Tey síðsu árini hevur Einar Steen Nøkleberg arbeitt nógv ymsastaðni í útlandinum og er vorðin kendur. Hann hevur spælt bæði einsamallur og saman við orkestri.

Í løtuni er Einar Steen Nøkleberg professari við lærda tónleikara- og sjónleikaraskúlan í Hannover, í Týsklandi.

Á skránni á konsertini í Norðurlandahúsinum verða norðurlendskir sangir/løg at hoyra t.d. Carl Nielsen, Emil Sjögren, Carl Sjögren, Jean Sibelius, Atli Heimir Sveinsson, Edward Grieg og Ture Rangström.

Atgongumerkini til konsertina fáast í Kunningarstovuni í Havn og í Norðurlandahúsinum.