Íslendsk reiðaríir keypa russiskar toskakvotur

Stóra skerjingin av íslendsku toskaveiðini hevur fingið íslendsk reiðaríir at keypa sær toskakvotur frá russum Íslendsk reiðaríir hava keypt kvotur frá russum sum svara til 3.200 tons av toski.

Hetta er ein avleiðing av skerjingini í íslendsku toskaveiðini upp á tilsamans 63.000 tons.

3.200 tons muna ikki nógv, tá ið niðurskurðurin er so stórur, men eisini hesi tonsini gera mun.

Tað er Fishupdate.com, sum ber hesi tíðindi.

Prísirnir á toski hava leingi verið góðir á marknaðinum, og teir eru framhaldandi á veg uppeftir.

Íslendingar halda, at keyptu veiðirættindini eru lønandi, hóast prísirnir á kvotunum eru høgir.