Íslendsk sendistova í fornu Fútastovu

Aldargomlu og friðaðu húsini, Fútastova, í Havn, verða karmur um íslendsku umboðsstovuna, sum í næstum letur upp í Havn Poul Mohr, íslendskur konsul, váttar, at íslendska umboðsstovan, sum í næstum letur upp í Havn, fer at hava til húsa í aldargomlu Fútastovu. Hetta vóru húsini, sum í farnum tíðum hýstu fútanum og húski hansara.

Húsini eru í Gongini í Havn - gøtan, sum var høvuðsgøtan í høvuðsstaðnum. Umframt fútan búðini eisini sorinskrivarin í Gongini eins og handilsforvaltarin.

Úr søgnini um Beintu og skaldsøguni hjá Jørgen Frants um Barbaru kenna vit eisini húsini.

Tað er Óli Samró, ið eigur húsini, sum eru friðað sum fornminni. Húsini hava í mong ár hýst ymsum handlum, Jacob Lützen og Carl á Lag munnu vera teir drúgvastu og kendastu, men Finn Ejler Samsonsen hevði eitt skifti málingahandil har, eitt skifti var har eitt Pizzaria - helst tað fyrsta av slagnum í Føroyum. Tutl hevði eina tíð handil har, Turið Samró hevði handil við ymsum prýðislutum og búnýtum har, og seinast var tað ullhandilin Sirri, sum húsaðist har.

Sum Portaurin skilir tað, letur íslendska sendistovan upp 1. apríl, og tá fer Poul Mohr frá sum konsul.