Íslendski búskaparráðharrin kundi endað í Grikkalandi

Tá íslendski búskapar- og handilsmálaráðharrin, Steingrímur J. Sigfússon, var í Washington á fundi við Altjóða Gjaldoyragrunnin, varð hann biðin um at fara til Grikkalands at umboða grunnin har í eitt hálvt ár

Hesum greiddi ráðharrin frá í einari sending í íslendska ríkisútvarpinum um vikuskiftið. Hann segði, at hann var á fundi við IMF í sambandi við málið um Icesave, tá hann fekk spurningin um at fara til Grikkalands. Hann tók ikki av.

Sambært ríkisútvarpinum skuldi Steingrímur virka sum eitt slag av ovasta embætismanni grunsins í Grikkalandi, nú landið hevði fingið stóra fíggjarliga hjálp úr grunninum og ES.
?Hetta er ikki fyrstu ferð, at Steingrímur J. Sigfússon hevur vakt ans í Altjóða Gjaldoyragrunninum. Morgunblaðið endurgevur sendimann hjá IMF fyri at hava sagt, at tað var ikki minst Steingrími J. Sigfússyni fyri at takka, at grunnurin gekk við til at lata Íslandi hjálp, hóast spurningurin um Icesave ikki var loystur. Tað hevði annars verið ein treyt frá grunninum.