Heimir Hallgrímsson hevur verið við í teimum glæsiligastu løtunum hjá íslendska landsliðnum í fótbólti. Fyrst sum hjálparvenjari hjá Lars Lagerbäck fram til EM-endaspælið í 2016, og seinastu tvey árini summ høvuðsvenjari, har hann og hópurin hava skrivað søgu við at vinna Ísland í HM-endaspælið í Russlandi.
HM-ævintýrið hjá Íslandi er nú liðugt, og Heimir Hallgrímsson vildi ikki avdúka ígjár um hann leingir sáttmálan við íslendska fótbóltssambandið.
Í samrøðu við íslendska kringvarpið, RÚV aftaná dystin millum Ísland og Kroatia, at hann fer at brúka eina viku ella tvær at hugsa seg um í áðrenn hann tekur støðu: - Tað er ikki bara eg, men eisini KSÍ (íslendska fótbóltsambandið) sum má hugsa um tað er okkurt sum bøtast má um og hvørjar broytingar mugu gerast. Tí er tað gott at taka sær tíð og svara uppá spurningin seinni, segði Heimir Hallgrímsson við RÚV.
Heimir Hallgrímsson er annars útbúgvin tannlækni, og verður ikki arbeiðsleysur um hann velur at gevast sum fótbóltsvenjari.