Meðallivialdurin hjá íslendskum monnum er hækkaður nógv tey seinnu árini og er nú tann hægsti í heiminum Morgunblaðið skrivar, at síðani 2000 er meðallivialdurin hækkaður tvey ár, og tað ger, at í dag eru íslendskir menn teir, sum hava hægsta meðallivialdurin í heiminum.
Tøl hjá hagstovuni í Reykjavík vísa, at íslendskir menn liva í meðal 79,6 ár. Til samanberingar kann nevnast, at meðallivialdurin hjá monnum er 79,2 ár í Sveis, 78,9 ár í Liktinstein, 78,8 ár í Svøríki og Kýpros og 78,2 ár í Noregi.
Íslendsku kvinnurnar liva í meðal 83 ár. Tað er kortini heldur stytri enn kvinnurnar í Fraklandi og Spania, sum hava tað evropeiska metið við 84,4 árum.