Konsertin við Ljótu Hálfvitunum byrjar klokkan níggju í kvøld Ljótu Hálfvitarnir - ljótu býttlingarnir - er ein tann best umtókti bólkurin í Ìslandi.
Teir hava heilt sjáldsamar framførslur, har teir alla tíðina skifta ljóðføri og millum ymisk tónleikasløg. Manningin telur níggju mans, og er talan um menn frá norðurlandinum í Ìslandi.
Tekstirnir eru stuttlig orðaspøl, sum fáa smálið fram hjá fólki. Bólkurin hevur givið tríggjar fløgur út, og fleiri av teimum hava ligið ovarliga á teimum íslendsku hittlistunum.
Í kvøld klokkan níggju býðst høvið hjá føroyingum at hoyra íslendsku originalarnar
í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Ìslendsku tónleikarnir lovað áhoyrarunum eina minniliga framførslu.