Hjá okkum føroyingum er tað ikki so torført at úttala tað íslendska navnið Eyjafjallajökull, men hjá nógvum øðrum kann tað vera torført. Eitt nú heldur tað amerikanska sjónvarpið CNN tað vera so torført at nevna tann goysandi jøkulin, at støðin hevði eitt innslag bara um úttaluna.
Tað kom fram, at nógvar útvarps- og sjónvarpsstøðir, sum hava enskt sum høvuðsmál, hava slept tí íslendska navninum og hava bara umrøtt gosið sum The vulcano.
Ein kona, sum CNN hevði tosað við, segði, at hon var givin at royna at úttala tað íslendska navnið, og at tí var farin at kalla jøkulin fyri Bob.
Ein annar hyggjari hjá CNN helt, at tað íslendska navnið ljóðar sum ?Yo, I forgot the yoghurt.?