Íslendskt kvinnukór við altjóða skrá

Í út við tveir tímar undirhelt íslendska kvinnukórið Kvennakór Kópavogs við sera fjølbroyttari skrá í Christianskirkjuni sunnudagin

Klaksvík:
Íslendski vinarbýurin hjá Klaksvík, Kópavágur, hevur eitt av fremstu kvinnukórunum í Íslandi. Um vikuskiftið vitjaði Kvennakór Kópavogs í Føroyum, har tey høvdu konsert í Christianskirkjuni sunnudagin.
Frá Beatles til Klaksvíkssangin
Kórið legði út við sanginum ?Dagurin er risinn?, ein íslendsk útgáva av kenda geliska lagnum, tey flestu munnu kenna best sum ?Morning has broken? hjá Cat Stevens. Lætta lívsjáttandi lagið setti í stóran mun sín serliga dám á restina av konsertini, eisini røðina av tjóðarløgum, úr so ymsum londum sum Korea og Mexico, sum øll lutvíst vórðu sungin á sínum upprunamáli.
Skráin hjá kórinum var sum heild sera fjølbroytt við øllum frá katólskum sálmum og negro spirituals til Beatles og Jesus Christ Superstar.  Og tað var ikki sørt forkunnugt at hoyra kend løg, sum eitt nú ?Let it be? og ?Bridge over Troubled Water? í íslendskari útgávu. Eisini kenda Lloyd Webber lagi ?I don?t know how to love him? var við í skránni í íslendskari útgávu, sungið av framúr góða sopraninum Sigríður Sif Sævarsdóttir.
Av øðrum kendum løgum kann nevnast hugtakandi lagið ?Donna, Donna?, sum tey flestu nokk seta í samband við fólkasangaran Donovan. Hesuferð hevði kórið valt at lata eina sekstett framføra lagið við kórinum í bakgrundini.
Samanumtikið ein sera fjølbroytt konsert við einum ógvuliga væl samansungnum kórið, sum als ikki aftraði seg við at royna seg við sangum á nógvum ymsum málum. Og sum eina serliga heilsan til áhoyrarnar hendan dagin sang kórið Klaksvíkssangin ?Kvøða til Klaksvíkar? sjálvandi á føroyskum.
30 sangarar eru við í Kvennakór Kópavogs, sum verður stjórnað av hjúnunum Natalia Chow og Julina Hewlett, sum eisini hava klaverfylgispælið.