Íslendskt listaframsýning í Smiðjuni

Í næstu viku ferð íslendski listamaðurin Ketill Larsen, at sýna fram í Smiðjuni í Lítluvík. Ketil er sera fjølbroyttur listamaður, sum umframt at mála eisini tekst við at yrkja, syngja, spæla sjónleik og upplestur

Sveinur Tróndarson


Í næstu viku letur upp forkunnug framsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin ber heitið »Eitt lot úr øðrum heimi« og er tað íslendski listamaðurin Ketill Larsen, sum sýnir fram.

Motivini, sum Ketill málar hava íkki útgangsstøði í okkara heimi. Allar tær 28 framsýningarnar úr hansara hond hava borið eitt heitið, sum hevur okkurt við ein annan heim at gera. Orsøkin til hetta er, at íblásturin, sum Ketill fær til myndir sínar, kemur úr einum heimi, øðrum enn okkara.


Verið víða um

Ketill Larsen er ikki nýggjur framsýnari - minni enn so. Hann hevur, sum nevnt, havt 28 framsýningar og hann hevur ferðast víða við listini.

Hetta er fyrsta ferðin, hann sýnir fram í Føroyum, men annars hevur hann bæði havt framsýningar í Kenja og Danmark, og seinni í ár fer hann at hava framsýning í Vinnipeg í Kanada og í Attens, sum liggur skamt frá Milano í Italia.

Framsýning Ketills í Føroyum verður sostatt tann 29. í røðini.


Leikmaður og sangari

Tað var nú ikki sum málari, at Ketill fyrst gjørdist kenur. Hann tókst við leiklist í fleiri ár áðrenn hann av álvara tók pensilin í hond, og hann hevur enntá gingið á tveium leiklistaskúlum gjøgnum tíðina.

Árini 1962 til 1964 gekk hann á leiklistaskúlanum Ævar Kvasir og hann helt fram á leiklistaskúlanum hjá íslendska tjóðleikhúsinum til 1967. Hann hevur m. a. starvast sum leikari hjá ungdómsráðnum í Reykjavík.

Fjølbroytni er eisini eitt sermerkið, sum passar væl til Ketill Larsen, tí umframt at vera leiklistamaður eisini, er hann bæði sangari, jólamaður og upplesari.

Honum dámar sera væl vísusang og hann er sera kendur trubadurur. Hann hevur gjørt ein hóp av tónleikastykkjum og bandupptøkur av hesum eru ofta at hoyra á framsýningum hansara. Viðhvørt kann hann eisini finna uppá, at bera fram onkra av yrkingum sínum.