Av tí at eldra ár er, heldur íslendska sangfelagið tað hóska væl at koma til Føroya og við sangi og gleði styrkja kennskap við frændur í Føroyum.
Sangfelagið var stovnað í 1986 og hevur ferðast víða. Leiðari er Kristín Pjetursdóttir. Formaður er Petur H. Ólafson, sum er kendur millum føroyingar fyri at hava stjórnað íslandsferðum.
Sangfelagið hjá Felagnum fyri eldri borgarar í Reykjavík og Fuglafjarðar Sangkór hava konsert í Fuglafirði sunnudagin 20. juni klokkan 16:00.
Mánadagin 21. juni hevur Sangfelagið hjá Felagnum fyri eldri borgarar í Reykjavík konsert í Kristianskirkjuni í Klaksvík. Konsertin verður klokkan 16:00.