Týskvøldið var tað ikki nóg mikið hjá NSÍ at vinna 1-0 á heimavølli í fyrsta innleiðandi umfarinum í europeisku kappingini fyri meistaralið. Orsøkin var tann, at Dinamo Tbilisi í síðstu viku vann 3-0 á heimavølli.
Mikukvøldið átti íslendska meistaraliðið Valur heimavøll í somu kapping. Setningurin var at vinna 2-0 tapið inn aftur, sum Valur í síðstu viku legði rygg til á útivølli í Hvítarusslandi ímóti BATE Borisov.
Men tað kiksaði orduliga hjá Vali. Bara 50 sekund vóru farin, tá ið gestirnir høvdu skorað mál. So var neyðugt hjá Vali at skjóta fýra mál, og tað var sjálvsagt púra ómøguligt. Gestirnir vunnu 1-0 og harvið samanlagt 3-0.
Meðan føroyska meistaraliðið megnaði at vinna trý stig í hesi kappingini í ár, so megnaði íslendska meistaraliðið ikki at vinna nakað stig.