Í morgin fer ein hin kendasti klaverleikarin í Íslandi, Jónas Ingimundarson, at hava klaverframførslu í Norðurlandahúsinum Á ókeypis framførsluni í morgin fara áhoyrarnir at hoyra Jónas Ingimundarson spæla verk eftir Beethoven, Chopin, Galuppi, Liszt og Schubert.
Jónas Ingimundarson tók grundútbúgving á Tónlistarskólanum í Reykjavík og framhaldsútbúgving við Tónlistarháskúlan í Wien. Síðani hevur hann starvast sum klaverleikari, tónlistarlærari og kórleiðari.
Hann hevur havt nógvar framførslur í Íslandi og víða í Evropa og USA, viðhvørt einsamallur og viðhvørt saman við øðrum. Eisni hevur hann spælt mangar plátur og fløgur inn og hevur staðið fyri dyggari tónlistarkunning í sambandi við tónleikaframførslur og innspælingar sínar.
Jónas Ingimundarson hevur fingið listamannaløn og starvslønir listamanna umframt nógvar heiðurslønir, so sum heiðursløn VÍS, Íslandsbanka og DV og heiðursløn Íslensku tónlistarverðlaunanna 2001, tá ið hon var veitt á fyrsta sinni.
Jónas Ingimundarson er tónlistarráðgevi Kópavogs, og árið 2004 var hann kosin heiðurslistamaður býarins. Sama ár kom út bókin ?Á vængjum söngsins-um ævi og störf Jónasar
Ingimundarsonar?, sum Gylfi Gröndal skrivaði.
Hartil fær han nú heiðursløn Alþingis.
Tað er íslendska aðalkonsulátið í Føroyum og Norðurlandahúsið, sum bjóða til ókeypis tónlistarframførsluna sunnudagin 17. august klokkan 16 í Norðurlandahúsinum.