Slepp tínum innara sangara leysum

Fríggjakvøldið fáa tey, sum halda Singstar til Playstation 2 vera heimsins besta telduspæl, og tey sum altíð enda á Sams Bar, tá tey eru í Keypmannahavn, møguleika at útliva sínar villastu karaoke fantasiir saman við Showmonnum.

REX hevur fyrr roynt hetta tiltak og tað hevur verið væleydnað, Showmenn spæla undir fyri teimum, ið hava hug at koma á pallin at royna seg. Hetta er ein møguleiki at sleppa á pallin við nøkrum av Føroya bestu tónleikarum. MEGA karaoke náttin við Showmonnum er leygarnáttina millum eitt og hálvgum trý. Aldursmarkið hetta kvøldið er 20 ár.
 
Leygarkvøldið er 25 ára aldurmark og tá spæla sjálvandi eisini Showmenn