Á heimasiðuni hjá Vinnumálaráðnum verður skrivað, at málið um at loyva Vækstfonden at virka í Føroyum, skal viðgerast á Fólkatinginum í vár, og Henrik Sass-Larsen vónar, at hetta verður veruleiki longu í juni í 2015.
- Tosað var um, at Vækstfonden fer at tørva neyvan kunnleika til føroyska vinnu, og Vinnumálaráðið og danska Vinnu- og vakstrarmálaráðið fara at heita á ávíkavist Framtak, Vinnuframa og Vækstfonden um at taka upp samstarv um m.a. meting av føroyskum verkætlanum, skrivar Vinnumálaráðið.
Vækstfonden er danskur íleggingargrunnur, sum ger fáar - men stórar - íløgur, og roknað verður tí við, at hetta samstarvið kann fáa týdning fyri nýskapandi verkætlanir við altjóða vakstrarpotentiali.