Koma eingi mótmæli inn til býarplanin, og fáast annars øll onnur viðurskifti uppá pláss, er klárt at fara undir hesa ætlanina.
Á býráðsfundi í Klaksvík týskvøldið fekk nýggi býarplanurin drúgva umrøðu. Eitt av evnunum í hesum máli var júst Gerðabøur, sum summi vilja hava friðaðan og onnur ikki.
Keypssamtøkan hevur í rættiliga mong ár havt umsókn liggjandi inni um at fáa byggiloyvi á hesum staði. Og varð hetta játtað teimum fyri sløkum ári síðani.
Fyri at øll viðurskifti skuldu fáast í rættlag, var haraftrat neyðugt við eini broyting í byggisamtyktini fyri Gerðabø, og tað var tað sum semja varð um á fundinum í gjárkvøldið.
Hinvegin var tað als ikki eitt samt býráð sum tók hesa avgerðina í gjárkvøldið. Seks vóru fyri, fýra vóru ímóti og ein atkvøða var blonk til ætlanina.
Portalurin 7. mars)