Sleppa at byggja hægri yviri við Skansan

Allir býráðslimir í Havn eru ikki fegnir um, at Eik nú sleppur at hækka bygningin Yviri við Strond

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at broyta byggisamtyktina Yviri við Strond, soleiðis at Eik sleppur at byggja eina hædd oman á bygningin har Yviri við Skansan.

 

Eftir byggisamtyktini skulu bygningar har um vegir ikki vera hægri enn átta metrar omanfyri vegin. Men nú hevur býráðið samtykt at teir kunnu vera 10 metrar. Býráðið upplýsir, at friðingarmyndugleikarnir hava góðkent ætlanina

 

Tróndur Sigurðsson, formaður í Byggi- og Býarskipanarnevndini hjá býráðnum, sigur, at ein høvuðsstaður við virðing fyri sær sjálvum má loyva broytingum og samstundis eru ógvuliga stór frávik gjørd á økinum frammanundan.

 

Býráðslimir fyri Tjóðveldi taka ikki undir við at Eik sleppur at byggja oman á. Tey vísa á, at fyrstu ferð, bygt varð á økinum, vóru friðingarmyndugleikarnir ímóti tí, tí teir vildu helst ikki, at nakað varð bygt har um vegir.

 

Jákup Dam vísir á, at hetta tekur eisini útsýnið frá teimum, sum eru omanfyri vegin.

 

Samstundis vísa býráðslimirnir fyri Tjóðveldi á, at Mentamálaráðið hevur mótmælt ætlanini, tí tey halda, at bygging á økinum kann helst hava óbótaligan skaða við sær fyri Skansan, sum er eitt av okkara týdningarmiklastu fornminnum.

 

Somuleiðis hava Søvn Landsins mótmælt ætlanini, tí tað fer at taka avmarka útsýnið frá Skansanum í ein landnyrðing.

 

Men meirilutin í býráðnum staðfestir, at friðingarmyndugleikarnir góðtóku bygging á økinum á sinni - og nú hava myndugleikarnir eisini góðkent hesa ætlanina. og soleiðis varð málið samtykt, tó at tey trý umboðini fyri Tjóðveldi atkvøddu ímóti.