Eldrarøkt
Nú er eldrasambýlið í Hvalba loksins liðugt og í næstu viku sleppa búfólkini at flyta inn.
Tað eru nakað síðani, at Hvalbiar Kommuna keypti eini sethús í Hvalba at gera til eldrasambýli. Men tað tók væl longri tíð enn upprunaliga mett og tað er er nú næstan eitt ár síðani, at húsið eftir ætlan skuldi verið liðugt. Eitt nú hevur tað tikið sína tíð at fáa øll neyðu loyvi til vega, tekningar góðkendar o.s.fr. sigur Levi Niclasen, bygdaráðsformaður.
Nú er tað kortini liðugt og í næstu viku flyta búfólkini inn.
Jeanna í Lágabø, sum er leiðari fyri heimarøktini í Suðuroy, sigur, at tað er pláss fyri átta búfólkum í nýggja eldrasambýlinum í Suðuroynni. Harafturat er eitt pláss til umlætting.
Níggju fólk søktu um at sleppa inn. Tey, sum flyta inn, eru øll úr Hvalbiar Kommunu. Tað er ein upptøkunevnd, sum hevur gjørt av, hvør sleppur á heimið á búgva.
Tað verður í mesta mun fólk, sum frammanundan arbeiða í heimarøktini, sum fara at arbeiða á nýggja eldrasambýlinum, tvs. heimahjálparar og heimasjúkrasystrar.
Hon sigur eisini, at hon er væl nøgd við eldrasambýli og at húsið kann væl brúkast til endamálið, nú tað er umbygt, hóast tað upprunaliga varð bygt sum vanlig sethús.
Í sambandi við, at eldrsambýli nú er liðugt, verður tað opið fyri almenninginum seinnapartin fríggjadagin ímillum klokkan trý og seks. Tá kann hvør sum vil, sleppa at síggja húsið og fáa ein drekkamunn.
Ein munandi bati
Jeanna í Lágabø sigur, at enn er tørvurin á røktarplássum til eldri í Suðuroynni ikki nøktaður. Á Ellis- og Røktarheiminum á Tvøroyri eru 28 pláss. Men hetta seinasta árið er eisini eldrasambýli í Vági tikið í nýtslu til 11 búfólk og eitt umlættingarpláss, og nú kemur so heimið í Hvalba afturat.
?Sostatt hava vit fingið 19 pláss búpláss og tvey umlættingarpláss afturat hetta seinasta árið og tað er ein ógvuliga stórur bati, sigur hon.
Hon leggur kortini afturat, at enn eru tað nógv røktarkrevjandi fólk í Suðuroynni, sum ikki sleppa á nakað heim.
Annars heldur hon, at tað er neyðugt, at taka allan íbúðarspurningin til eldri í Suðuroynni upp til nýggja viðgerð. Hon heldur nevniliga, at tað nú er rættast at leggja á annan bógv og at hugsa meiri um at gera eldrasambýli, ella -íbúðir til eldri, sum klára seg sjálvi, og so at brúka tey plássini, sum eru, til tey, sum krevja røkt.