Sleppa at lýsa á vøllinum

Sandavágur: 07Vestur hevur nú fingið loyvi til at seta lýsingar fram við fótbóltsvøllinum í bygdini.

SÍF søkti kommununi fyrispurning um hetta. Síðani hevur 07Vestur yvirtikið fótbóltin frá teimum fyribils í eitt ár, og søktu tey um tað sama.

Mentanarnevndin mælti til at felagið sleppur at lýsa í fimm ár, meðan fíggjarnevndin setti sum treyt, at kemur fótbólturin aftur undir SÍF, skal málið takast upp til nýggja viðgerð.

Hetta samtykti bygdaráðið so eisini á seinasta fundi sínum.