Sleppa hvørki aftur ella fram

Fleiri stórmál liggja súltað í Løgtinginum tí samgongan hevur ikki meiriluta fyri at fáa tey samtykt, men andstøðan hevur heldur ikki havt meiriluta fyri at krevja nýval

Tað er at kalla óhugsandi, at Løgtingið verður kallað saman í summarferiuni at viðgera nøkur av teimum málunum, sum enn ligga súlta í Løgtinginum.

Løgtingið fór í summarferiu fríggjadagin, hóast yvir 60 mál liggja eftir í Løgtinginum, uttan at verða avgreidd, og tað merkir at tey detta burtur.

Tó kunnu 14 tinglimir taka seg saman og krevja løgtingsfund, men samstundis skulu teir boða frá, hvørji mál skulu viðgerast.

Fleiri av teimum eru stórmál, eitt nú

– Vælferðarlógin.

– Lógin um margfeldni í náttúruni.

– Lógin um at byggja sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki.

– Lógin um at lata Bústaðir taka lán at byggja íbúðir fyri.

– Lógin um at gera vegir til og frá Eysturoyatunlinum, bæði í Havn og í Runavík.

Feløg og einstaklingar, sum hava áhuga í hesum málunum, hava staðiliga heitt á Løgtingið um at avgreiða hesi málini.

Men tað er heilt ósannlíkt at tað fer at henda, og sostatt detta tey burtur. Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, og formaður í Fíggjarnevndini, sigur, at lógin um at vegirnar til og frá Eysturoyartunlinum, lógin um at lata Bústaðir taka lán, lógin um at byggja sambýli, eru annars klár, ella at kalla klár, at avgreiða.

Men hann sigur, at tað stendur til samgonguna at kalla Løgtingið saman fyri at fáa tey avgreitt, men samgongan er ikki arbeiðsfør, tí hon hevur ikki meirilutan.

Hinvegin fær andstøðan heldur ikki havt meiriluta fyri at fáa Løgtingið kallað saman at samtykkja, at Løgmaður skal útskriva nýval.

– So leingi, andstøðan ikki fær undirtøku fyri at fáa nýval nú, fara vit ikki at kalla Løgtingið saman aftur.

– Samgongan var altráð eftir at sleppa í summarfrí, tí hon hevur ikki meirilutan, so í roynd og veru hevur løgtingsformaðurin bjargað samgonguni undan, at fleiri av uppskotunum hevði fallið.

Tí fer samgongan ikki at kalla Løgtingið saman aftur, eisini tí, at verður Løgtingið kallað saman, kann tað eisin henda, at mál verða samtykt, sum samgongan ikki vil vita av.

Hinvegin ásannar Bárður á Steig Nielsen, at andstøðan hevð tikið undir við onkrum av uppskotunum frá samgonguni, men hann heldur ikki, at andstøðan skal ganga undan at fáa tey samtykt.

– Men tá ið vit hava eina samgongu, sum ikki er arbeiðsfør, eigur hon at leggja frá sær og at útskriva løgtingsval. Hon hevur mist meirilutan, og so eigur hon at finna hurðina sjálv, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

Stóra málið um vælferðarlógina er í Trivnaðarnevndini og Jónleif Johannesen, formaður, sigur, at fær hann ábending um, at málið kann verða samtykt, hevði hann ikki ivast í at kalla nevndina saman at avgreitt tað, og lagt tað fyri Løgtingið.

Men í Sosialinum, sum er komin út í kvøld, sigur Aksel V Johannesen, løgmaður, at naggatódn er komin í politisku skipanina og tí ber ikki til at fáa fleiri mál avgreitt. Og í blaðnum avdúkar hann eisini, nær hann fer at útskriva løgtingsval.