Sleppa ikki at koyra til Havnar

Borgarstjórin í Havn, Heð­in Mort­en­sen, setir hart ímóti hørð­um, nú hann um vik­u­skift­ið á Portalinum gjørdi kunn­ugt, at Tórs­havn­ar Bý­r­áð ikki undir nøkr­um um­støð­um fer at geva loyvi til, at ein und­ir­stjóv­ar­tunn­il mill­um Havn­ina og Eyst­ur­oy kann knýt­ast í øki í Tórs­havn­ar Komm­unu.

Orsøkin er stríðið, sum komm­unan hevur við lands­mynd­ug­leik­ar­nar um inn­kom­u­veg til Havn­ina.

Øll ferðsla til Havn­ina koyr­ir eft­ir Hvít­a­nes­veg­num í Hoy­vík, sum so­leið­is er tann veg­ur í land­i­num, sum hevur størstu ferðsl­una.

Ætlanir eru um ferðsl­u­ábøt­ur her, eins og ein heilt nýggj­ur inn­komu­veg­ur skal ger­ast innan av Sundi, sum spjaðir ferðsluna, áðrenn hon kem­ur til Hoyvíkar.

Men her er kuril komin á tráð­in millum land og komm­unu – og tí setir borg­ar­stjórin føtur í spenni.

Spurningurin er so, hvussu Kári Post loysir hend­an trup­ul­leik­an...