Sleppa ikki at selja húsini

Kommunala Eftirlitið góðtekur ikki avtaluna millum Tórshavnar kommuna og Guðrun & Guðrun.

Tað vakti ans fyri nøkrum vikum síðani, at Tórshavnar kommunu hevði avgjørt at selja Guðrun & Guðrun handilshølini á gongugøtuni í Havn fyri tvær milliónir krónur.


In.fo tosaði tá við fólk innan vinnuna, ið mettu, at húsini hava eitt virði á minst tríggjar milliónir krónur. Sostatt hevði Tórshavnar kommuna selt húsini fyri undirprís, um Kommunala Eftirlitið góðtók søluna.


Men tað gjørdi hon ikki. Í útvarpstíðindunum á middegi varð upplýst, at Kommunala Eftirlitið noktar Tórshavnar kommunu at selja húsini uttanum fría sølu.


Við útvarpið upplýsti Heðin Mortensen, borgarstjóri, at avgerðin nú verða løgd fyri Fíggjarnevndina at taka støðu til.