Tað sæst í tilfarinum hjá fíggjarnevndini hjá Løgtinginum, sum arbeiðir við fíggjarlógini fyri næsta ár í heseum døgum.
Fíggjarnevndin spyr Fiskimálaráðið, hvussu gongur við ætlaðu yvirtøkuni av veðrinum, sum ikki er liðugt framd enn.
Her svarar Fiskimálaráðið, at í 2024 varð raðfest á fíggjarlógini, at Veðurstovan skuldi fara undir at fyrireika at yvirtakanveitingina av veðurtíðindum allar dagar í árinum frá DMI. Veðurstovan hevur í tí sambandi sett tvey væl skikkað starvsfólk, sum gera víðkaðu vaktina møguliga. Hesi starvsfólk luttaka eisini í at menna nýggju modeltænastuna fyri føroysku havleiðirnar. Hesi verða nøktandi upplærd og klár til yvirtøkuna við ársskiftið 2024/25.
– Kvøld og náttarvaktir verða eftir yvirtøkuna dekkaðar í samstarvi við vaktina á MRCC, sum ringja til eina nýggja tilkallivakt hjá Veðurstovuni í fall, at tær sjálvvirkandi skipanirnar ikki virka nøktandi, skrivar Fiskimálaráðið, sum varðar av Veðurstovu Føroya.
– Veðurstovan hevur gjørt eina yvitøkuætlan, har arbeiðsuppgávurnar verða yvirtiknar, ein fyri og onnur eftir, tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í árinum. DMI metir, at hetta er somikið stórt inntriv, at tað má metast sum ein uppsøgn av øllum sáttmálanum. Avleiðingin er, at DMI krevur, at uppsagnartíðin verður 6 mánaðir. Longda uppsagnartíðin kostar áleið 350.000 krónur, sigur ráðið, og hesum er ikki pláss fyri hesum í fíggjarætlanini.