Sleppa ikki eftir saltinum

Inni í einum tunli við Oyggjarvegin standa einir 150 saltkassar og nøkur tons av salti. Men Tórshavnar Kommuna sleppur ikki inn í tunnilin, tí Arbeiðseftirlitið hevur stongt hann

Hálka

Rógvi Nybo

[email protected]


Síðan kavin legðist um hálvan desember hevur hitin ligið niðanfyri frostmarkið at kalla alla tíðina. Ber onkra løtu er hitin farin upp um frostmarkið, fyri síðani at frysta aftur. Og tað er ikki bert smáfrost, ið hevur verið. Fryst hevur heilt niður í minus 6 stig onkrastaðni, og er tað hetta, sum er at kalla høvuðstrupulleikin hjá kommunalu og landsfevnandi kavaruddingarliðunum.

Ísurin er sum stál. Saltið bítur ikki á harðfrysta ísinum.

- Vit salta alla tíðina, men saltíð rínur ikki við harðfrysta ísin. Vit klára at halda Bussleiðina koyrandi og rudda gongubreytirnar, men vit røkka ikki út allastaðni, sigur arbeiðsformaður í Tórshavnar kommunu.


Gomul sleppa ikki út

Kommunala kavaruddingin røkkur ikki út til allar smávegir, og sum støðan er í løtuni, eru tað bert høvuðsvegirnir, og har sum Bussleiðin koyrir, ið verða regluliga hildnir. Aðrastaðni, har tað ikki verður regluliga saltað og ruddað, liggur nú eitt tjúkt lag av ísi, sum ikki er til at fáa bilbukt við.

Mortan Rasmussen, formaður í Eldraráðnum í Havn, sigur at tey hava heitt á kommununa um at siga frá, hvar fólk kunnu fáa fatur á salti.

- Tað eru so nógvar brekkur, og gomul fólk sleppa ikki út. Høvuðsvegirnir eru saltaðir, men á smávegirnir verða ikki røktir. Kavin hevur ligið so leingi, og hann kemur at liggja nakrar dagar afurat. Og undir kavanum er blankur ísur, vísir Mortan Rasmussen á.

Hann greiðir frá, at tey royna at hugsa um tey gomlu, og tí eru tey komin við áheitanini á kommununa, ásannandi at hon ikki røkkur út allastaðni, um at siga fólki frá, hvar tey kunnu fáa fatur á salti.


Bjóða kassar við salti út

Í reglugerðini fyri kavarudding hjá Tórshavnar kommunu verður sagt, at kommunan tekur sær av kavarudding og salting á kommunalu vegunum. Í vanligum kava taka maskinurnar hjá kommununi sær av ruddingini. Er stórkavi verður hjálp tilkallað uttanífrá. Kavaruddingin verður gjørd eftir somu raðfesting sum saltingin, sum verður raðfest soleiðis:


1. Høvuðsvegir, har bussleiðin koyrir og sjúkraflutningur skal koma fram til Landssjúkrahúsið.

2. Aðrir høvuðsvegir, har skúlar, stovnar og annað eru

3. Brattar brekkur

4. Býlingavegir

5. Íbúðavegir


Felags fyri raðfestingina í øllum kommunalum vegum er, at í minsta lagi ein gongubreyt skal saltast.

Síðan skrivar kommunan eisini í reglugerðini, at Tórshavnar kommuna letur kassar við salti til fólk at brúka.

Fleiri eru tey, ið hava tikið av hesum tilboði, at kommunan setur ein kassa upp í støðum, ið ikki verða raðfest, og fólk so sjálvi kunnu stroya eitt sindur av salti út. Men í ár mangla hesir kassarnir í fleiri støðum, og fólk standa spyrjandi.


Eiga bæði kassar og salt

Um tú ringir til Snarskivuna hjá Tórshavnar kommunu og biður um at fáa ein av hesum kassunum settan upp á vegnum, har tú býr, skal tú tó ikki vænta tær játtandi svar.

Trupulleikin er ikki, at kommunan ikki eigur nokk av kassum, tí har er ríkiligt til. Trupulleikin er heldur ikki, at einki salt er at koyra í kassarnar, tí tað trýtur heldur ikki.

Stóri trupulleikin hjá kommununi er, sambært arbeiðsformanninum, at tey hava goymt teir umleið 150 saltkassarnar og saltið inni í einum av stóru tunlunum við Brandstøðina við Oyggjarvegin, og at síðani hevur Arbeiðseftirlitið stongt tunnilin.


Einki gerst í løtuni

Boði Haraldson, býarverkfrøðingur hjá Tórshavnar Kommunu, váttar at teir hava fingið boð frá Arbeiðseftirlitinum, at teir ikki sleppa inn í tunnilin, tí tað er ósikkurt at ganga undir munnanum.

- Men nú hava vit fingið fígging til at fara at tryggja munnan. Arbeitt hevur leingi verið við at tryggja tunnilin innan, so henda støðan er ikki nýggj, men Arbeiðseftirlitið hevur nú staðfest, at tað er ótrygt at ganga undir munnnan, og tí er tunnilin stongdur, váttar Boði Haraldson og staðfestir, at arbeitt verður við at finna bestu loysnina, men at tað verður ikki nú meðan kavin liggur.

Tunlarnir við Brandstøðina verða nýttir av kommununi til at goyma ymiskt í, eitt nú liggur allur jólabýurin og bíðar eftir at sleppa inn. Men fyrr enn váttan er fingin fyri, at tunnilsmunnin er tryggjaður, fæst hvørki kassi ella salt úr tunlinum.

- Men trupulleikin er also ikki størri enn so, at tað eru einir 50 kassar, sum eru úti í býnum, og saltið keypa vit frá Saltsøluni, sigur Boði Haraldson, býarverkfrøðingur.

Hann roknar tó við, at verður púra galið við salti og øðrum, so kunnu teir finna útav einari loysn við Arbeiðseftirlitinum, soleiðis at teir hava eftirlit meðan menn sleppa inn í tunnilin eftir saltinum og kassunum, og so kann tunnilin stongjast aftur.

Men inntil ein loysn er fingin á hesum, verður einki meira gjørt, og mugu tey, ið ikki hætta sær út, klára seg við einum gomlum føroyskum heimaráði og lata seg í skølingar.